Fjalar
Arkitektur og byggiráðgeving
Um fjalar
Okkara mál er at veita ta bestu ráðgevingina. Við teimum røttu royndunum og tínum dreymum kunnu vit skapa ein nýggjan veruleika, ið setir tær teir røttu karmarnar um tína visjón.
søgan
Navnið Fjalar er úr norrønu gudalæruni. Fjalar og Galar vóru tveir dvørgar, ið drupu tann klóka Kvasir, ið var so klókur, at hann visti svar á øllum spurningum. Teir svavdu hann, og úr blóðinum gjørdu teir gandamjøð, ið hevði skaldamegi. Hetta hevur uttan iva verið mongum yrkjara til íblástur.Fjalar og Galar drupu eisini jøtunin Gilling og konu hansara. Tá sonurin Suttungur frætti hetta, fór hann eftir teimum og hótti dvørgabrøðurnar eftir lívinum. Teir bjóðaðu Suttungi at fáa tann poetiska gandamjøðin fyri lív sítt. Suttungur tók av og goymdi allan mjøðin mitt inni í fjallinum Nitbjørg, har dóttirin Gunnløð var á varðhaldi.Hetta vakti áhugan hjá tí vitanartysta Óðini, sum gjarna vildi hava henda skaldamjøð til sín sjálvs. Hann fór at arbeiða sum bóndi eitt summarið fyri beiggja Suttung, sum æt Beygur. Óðin bað Beyg um at fáa bara ein lítlan smakk av hesum gandamjøði, sum hann hevði hoyrt so nógv um.
Beygur boraði eitt lítið hol í fjallið, soleiðis at Óðin kundi fáa ein lítlan smakk, uttan at fara inn í sjálvt fjallið, men Óðin gjørdi seg um til ein orm og skreið inn gjøgnum tað tronga holið í fjallinum.Tá hann var komin inn í fjallið, var hann í tronga rúminum, har Gunnløð stóð vakt, og hann lokkaði hana at geva sær tríggjar munnar av hesum mjøði. Óðin drakk tó allan mjøðin, í fjallinum var og umskapaði seg til eina ørn og fleyg burtur frá fjallinum, jagstraður av Beygi, sum tó ikki fekk fatur á honum.Tó at Fjalar og Galar bóru seg harðliga at, skapaðu teir ein mjaðardrykk við skaldamegi.Og hetta er samanhangurin hjá okkum Fjalar. Vit hava av tíðarinnar royndum fingið smakkin og við tí fyri eyga kunnu vit veita ta bestu ráðgevingina. Blandið av íblástri frá tær og royndum frá okkum, kann gera arkitektur við skaldamegi.
Við fleiri ára royndum innan ráðgeving og bygging, veita vit ser- og heildarloysnir til tað vinnuliga og privata.
Við okkum kemur tú trygt og gott fram á mál við tínari verkætlan.Niðanfyri kann tú síggja nakrar av teimum tænastum vit kunnu veita:
VerkætlanarleiðslaByggileiðslaProsjekteringSniðgevingInnheintan av tilboðumFakeftirlitLCA útrokningarAsbest og PCB kanningar
Frá hugskot til liðugt verk.Um tað snýr seg um byggiloyvi, sniðgeving ella eina fulla byggiverkætlan kunnu vit hjálpa tær at koma á mál.Bilskyli ella sethús.
Dygd og byggilistaligt prýði eru okkara hjartamál.Lat okkum endiliga frætta, um tú hevur spurningar ella vil hoyra meira um okkara tænastur.
Starvsfólk
Við drúgvu og ymisku royndum okkara, kunnu vit bjóða eina tænastu í serflokki.
Betri egnaði fólk fáast neyvan!
Sí avrik okkara!
Telefon: +298 282380
Email: fjalar@fjalar.fo
Adressa: Torfinsgøta 8, 100 Tórshavn
V-tal: 634387
Avrik
Skotarók
Leivsgøta
Lívdarveggur til LSH
Bilskúrur og Bilskýli í Huginsgøtu 3
Tjóðsavnið í Brekkutúni
Traðagøta 34
Bústovnurin Rúnarvegur 6
Dagstovnurin við Velbastðvegin
Tjóðsavnið í Brekkutúni
Bústovnurin Rúnarvegur 6
Áðrenn umbygging
Eftir umbygging
Traðagøta 34
Lívdarveggur til LSH
Bilskúrur og Bilskýli í Huginsgøtu 3
Leivsgøta
Skotarók